Búskaparráð onga meining um tunnlar

Búskaparráðið hevur ongar meiningar um, hvørt ein privat ella almenn loysn á Eysturoyartunnlinum er best fyri føroyska samfelagið.

 

Tað stendur eftir, nú Búskaparráðið fyrrapartin hevur verið á fundi við Rættarnevndina hjá løgtinginum.

 

- Vit hava ikki hugt nærri eftir ymsu loysnunum, sigur Sverri Hansen, formaður í ráðnum.

 

Sambært Sverra Hansen var tí meira talan um eitt yvirskipað prát við Rættarnevndina hjá løgtinginum, sum aftur í dag viðger ymsu lógaruppskotini, ið hava við Eysturoyartunnilin at gera.

 

Búskaparráðið var fullmannað á fundi við Rættarnevndina. Umframt Sverra Hansen vóru eisini Tummas Dam og Herit V. Albinus á fundi.

 

Hoyr samrøðu við Sverra Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.