Búskaparligu avleiðingarnar av oljuvinnuni

Hoyr fyrilestur hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi og fyrrverandi landsstýrismanni í fíggjarmálum

Hoyr fyrilestur hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi og fyrrverandi landsstýrismanni í fíggjarmálum.

 

Um olja í stórum nøgdum verður funnin í føroysku undirgrundini, so slepst ikki undan at tað fær stóra ávirkan á samfelagið á øllum økjum.

 

Í blaðnum í gjár varpar Sosialurin ljós á nakrar av avleiðingunum og avbjóðingunum við eini komandi oljuvinnu. Blaðið tosar við Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil, Johan Dahl, landsstýrismann í oljumálum og búskaparfrøðingin Johnny í Grótinum.

 

Viðgerðin byggir víðari á oljuráðstevnuna, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri í februar. Ráðstevnan varð hildin á Christiansborg, og hesi hildu hvør sín fyrilestur:

 

Ole-Anders Lindseth  - Ekspedisjonsjef í 
norska oljumálaráðnum

Árni Olafsson  - Fyrrverandi ráðgevi og samráðingarleiðari fyri Landsstýrið

Johan Dahl  - Landsstýrismaður í vinnumálum

Magni Laksáfoss  - Búskparfrøðingur 
og fyrrv. landsstýrismaður 
í fíggjarmálum

Selma Ellingsgaard  - Forkvinna í Starvsmannafelagnum

Magni Arge - Formaður í Oljuvinnufelagnum

Jan Müller  - Stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki

Tórbjørn Jacobsen  - Havnarmeistari og 
fyrrv. landsstýrismaður 
í oljumálum

Aksel V. Johannesen  - Formaður í Javnaðarflokkinum

 

Fyrilestrahaldararnir viðgjørdu eina røð av spurningum, ið allir taka støði í yvirskriftini fyri ráðstevnuna, ”Hvat um vit finna olju?” Eru yvirskipaðu karmarnir uppá pláss? Hvørjar politiskar ætlanir hevur man um, hvussu Føroyar skulu taka ímóti oljuvinnuni? Hvussu vil ein oljuvinna ávirka føroyska búskapin og aðrar vinnugreinar? Hvat vil ein oljuvinna gera við føroyska arbeiðsmarknaðin? Hvussu fyrireikar vinnulívið seg til eina komandi oljuvinnu? Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur fáa nakað burturúr? Hvussu vil ein oljuvinna ávirka politiska landslagið í spurninginum um loysing/samband? Hvussu varðveita vit eitt samhaldsfast samfelag, um nú oljumilliónir fara at regna á summi?

 

Til ber at síggja myndatema frá oljuráðstevnuni við at TRÝSTA HER.

 

Allir fyrilestrarnir eru millum 20 og 30 minuttir, og verða í dag lagdir á in.fo.

 

Til ber at keypa Sosialin frá í gjár online við at TRÝSTA HER.