Business Danmark er ein organisatión fyri sølu- og marknaðarfólk og motorredaktiónina á Bilavisen, saman við arbeiðsumhvørviskonsulentum.
Mazda6 varð valdur í eini kapping, har serligur dentur varð lagdur á bilin sum arbeiðspláss. Tað vóru arbeiðsumhvørviskonsulentar saman við royndum motorjournalistum og testkoyrarum, sum valdu bilin til Business Bilen 2006
Tilsamans tólv bilar luttóku í kappingini. Teir vóru vurderaðir og mettir út frá hvussu teir vóru innrættaðir, hvussu teir vóru at sita í, trygdini, komforti, útgerð, koyrieginleikum, økonomi og hvussu lættir teir vóru at koyra og umgangast í tí dagliga. Prísurin hevði eisini stóran týdning í samlaðu vurderingini av bilunum.
Myndatekstur:
Mazda6 2.0 Tuoring stationcar er kosin sum besti businessbilur í Danmark 2006










