USA skal hava javnvág á fíggjarlógini innan 2012, sigur forsetin.
Tey seinastu árini hevur USA havt ovurstórt hall á fíggjarlógini, men nú vónar George W. Bush, forseti, at fáa hjálp frá demokratiska meirilutanum í Kongressini til at fáa fíggjarlógina aftur á beint.
Aftan á ein stjórnarfund í gjár segði Bush, at ætlan hansara er at fáa javnvág á fíggjarlógina innan 2012. USA hevur havt ovurstórt hall ár um ár orsakað av útreiðslunum til kríggini í Irak og Afganistan og skattalættum, sum stjórnin og republikanararnir settu í verk fyri nøkrum árum síðani.
Men nú ætlar forsetin at skarva av hallinum. Hann ætlar at leggja eina langtíðarætlan, sum skal enda við javnvág um fimm ár. Hvørjar útreiðslur skulu lækka, vil hann ikki siga, men talan verður um øðrvísi raðfestingar, sigur hann.