George W. Bush, forseti hevur biðið kongressina um 208 milliónir dollarar til at fíggja eina arabiska sjónvarpsstøð, so arabarar kunnu fáa tíðindi, soleiðis sum amerikanarar halda, at tey eiga at vera
Hugskotið til sjónvarpsstøðina er komið úr uttanríkisráðnum í Washington, og støðin skal verða liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kunna og ávirka fólk í øðrum londum.
Sambært verkætlanini, sum var almannakunngjørd mánadagin, skulu fólk í fleiri arabiskum londum fáa møguleika at síggja ta nýggju sjónvarpsstøðina. Støðin skal eisini senda reklamur og kann sostatt loysa tann tann trupulleika, sum amerikanska stjórnin hevur, tí tey almennu arab-isku sjónvørpini sýta fyri at senda reklamur.
- Síðani tann 11. september hava vit sæð, at USA hevur mist sína ávirkan á nógv fólk, sum hava eina aðra uppfatan av okkara virðum, okkara politikki, og hvussu vit bera okkum at. Gjógvin millum teirra og okkara egnu uppfatan er vorðin so stór, at hon er vandamikil, og hetta hevur órógvað arbeiðið hjá uttanríkisráðnum á nógvum økjum, sum hava við ta tjóðskaparligu trygdina at gera, stendur í skjølunum hjá uttanríkisráðnum í Washington.