ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur biðið fyrrverandi amerikanska forsetan George Bush átaka sær starvið sum serligur ST-umboðsmaður í jarðskjálvtaøkinum í Pakistan, og hann hevur tikið av.
Uppgávan hjá gamla forsetanum er at skipa fyri endurbyggingararbeiðinum í útnyrðingspartinum av Pakistan og í tí partinum av Jammu-Kashmir, sum er undir pakistonskum eftirliti. Síðani skjálvtan tann 8. oktober hevur pakistanski herurin staðið á odda fyri hjálpararbeiðinum. Men arbeiðið hevur gingið seint, og enn búgva mong av hgeimum heimleysu í tjøldum, sum tey hava fingið frá ST.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at George Bush eldri er uppi í hjálpararbeiði. Aftan á flóðalduna í fjør gingu hann og Bill Clinton undan í arbeiðinum at savna hjálp til tey neyðstøddu, skrivar AP.









