Bush ávarar Pakistan

Amerikanski forsetin, George W. Bush, ávarar nú Pakistan og krevur, at landið ger sítt til at steðga muslimsku uppreistrarmonnunum í Kashmir.

KASHMIR-STRÍÐIÐ

Amerikanska stjórnin kunngjørdi hósdagin, at hon fer at senda Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra til India og Pakistan, har hann skal royna at linna spenningin millum tey bæði londini.

Tað var George W. Bush, forseti, sum boðaði frá, at verjumálaráðharrin skal royna seg sum semingsmann.

Samstundis gjørdi Bush greitt, at pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, sum hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum hjá USA í krígnum í Afghanistan, eigur at leggja størri dent á at loysa kreppuna um Kashmir.
? Hann skal steðga álopunum. Tað eigur hann at gera, tí hann hevur lovað at gera tað, segði Bush.

Áheitanin hjá Bush kom, stutt eftir at pakistanski forsetin hevði boðað frá, at herurin er farin undir at flyta hermenn frá afghanska markinum eystur til indiska markið. Samstundis frættist, at vápnaðir uppreistrarmenn høvdu beint fyri trimum indiskum løgreglumonnum.

Eygleiðarar halda, at avgerðin hjá Pakistan at flyta hermenn frá afghanska markinum kemur amerikanarum illa við, tí júst teir pakistansku hermenninir hava forðað monnum hjá Taliban og al-Qaeda at ferðast aftur og fram um markið.
Amerikanska uttanríkisráðið hevur boðað frá, at tað er farið undir at fyrireika eina sokallaða luftbrúgv, soteir umleið 60.000 amerikansku ríkisborgararnir í India og Pakistan kunnu flytast burtur haðani, skuldi tað verið neyðugt.