Bush valdi sum væntað

Fyri fyrstu ferð hevur George W. Bush tilnevnt ein dómara í hægstarætt, og valið bleiv, sum tey flestu høvdu væntað. Men minni enn so øll eru líka fegin um valið.

Tann 1. juli fór Sandra O'Connor frá sum dómari í amerikanska hægstarætti. Hon bleiv tilnevnd fyri 24 árum síðani og er tann fyrsta kvinnan, sum hevur sitið í rættinum.

Tí vildu fleiri hava George W. Bush, forseta at tilnevna eina kvinnu í hennara stað. Eitt nú vildu fleiri republikanarar hava forsetan at velja eina kvinnu, og somu áheitanina fekk forsetin frá konu síni, skrivar AP.

Men valið fall á tann 50 ára gamla dómaran John Roberts. Hann hevur arbeitt fyri fleiri republikanskar forsetar fyrr. Eitt nú arbeiddi hann í løgmálaráðnum í forsetaskeiðinum hjá Ronald Reagan, og hetta starvið røkti hann eisini, tá George Bush, eldri var forseti.

Tey seinastu árini hevur John Roberts verið dómari í rættinum í Washington DC, og hann verður roknaður sum ein sera konservativur dómari. Eitt nú hevur hann verið talsmaður ímóti fosturtøku.

Kongressin skal góðkenna dómararnar í hægstarætti, og demokratarnir hava longu boðað frá, at teir hava fleiri spurningar í sambandi við tilnevningina. Demokratiski leiðarin í Senatinum, Harry Reid, segði í gjár, at forsetin hevur valt ein dómara við tí neyðuga løgfrøðiliga førleikanum, men at tað er ikki bara tað, sum hevur týdning.

Hetta er fyrstu ferð í ellivu ár, at amerikanski hægstirættur fær nýggjan dómara. Sjey av teimum níggju dómarunum vórðu tilnevndir, meðan Ronald Reagan var forseti. Starvið sum hægstarættardómari í USA eitt eitt lívsstarv.

Roknað verður við, at Bush skal tilnevna ein dómara afturat, tí tann 80 ára gamli rættarformaðurin, William Rehnquist, er sjúkur av krabbameini.