NorÐurkorea-USA
Árni Joensen:
Ótryggu viðurskiftini millum USA og Norðurkorea hava elvt til altjóða ótta, og óttin er serliga stórur í Suðurkorea og Japan, har fólk bera stúra fyri, at norðurkoreanar eru førir fyri at gera kjarnorkuvápn.
Amerikanskir talsmenn hava sagt, at USA hevur lagt hóskandi ætlanir, sum tikið verður til, men Colin Powell, uttanríkisráðharri hevur kortini lagt dent á, at grannalondini hjá Norðurkorea mugu átaka sær teirra part av uppgávuni fyri at tryggja støðug viðurskifti í økinum.
Talsmaðurin hjá Bush, Ari Fleischer, segði týsdagin, at kreppan eigur at verða loyst við samráðingum, og at Suðurkorea, Japan, Kina og Russland eiga at taka lut í hesum samráðingunum.
Men fleiri leiðandi andstøðupolitikarar í USA halda, at stjórnin hjá Bush fer alt ov lætt um kreppuna, sum teir siga vera sera vandamikla. Leiðarin hjá demokratunum í Senatinum, Tom Daschle, segði í gjár, at forsetin eigur at skipa fyri beinleiðis samráðingum við Norðurkorea alt fyri eitt.
- Hóast eg væl dugi at skilja, at stjórnin hugsar mest um Irak í løtuni, undrar tað meg, at hon leggur so lítlan týdning í kreppuna við Norðurkorea, sum kanska er ein uppaftur størri hóttan ímóti okkum og okkara sameindu, enn Irak er, sigur demokratiski senatorurin Joe Biden.
Tað er avmarkað, hvat frættist úr Norðurkorea, men í gjár ljóðaði, at landsins fremsti herovasti, Kim Yong-chan, skal hava biðið landsmenn sínar fyrireika seg til ta endaligu uppgerðina við tað amerikanska hjálandaveldið. Kim Yong-chan sigst hava stóra politiska ávirkan á stýrið í Pyongyang.









