Í kvøld skal Umboðsmannatingið í Washington atkvøða um eitt uppskot, sum skal boða George W. Bush, forseta frá, at tingið er misnøgt við ætlan hansara at senda 21.500 hermenn afturat til Irak.
Demokratarnir hava meiriluta í Umboðsmannatinginum, og fleiri republikanarar hava boðað frá, at teir fara at atkvøða fyri uppskotinum. Samtyktin er ikki bindandi fyri forsetan, men verður uppskotið samtykt, er tað fyrstu ferð, at Kongressin atkvøður ímóti krígnum í Irak síðani innrásina í 2003. Tað kann sambært eygleiðarum leggja lunnar undir eina bindandi samtykt.
Høvuðsmaðurin aftan fyri uppskotið er demokratiski senatorurin John Murtha. Hann er formaður í nevndini, sum hevur eftirlit við útreiðslunum hjá verjumálaráðnum Pentagon, og sum fyrrverandi hermaður í Vietnam hevur hann gott samband við fleiri í herleiðsluni. Hann hevur sagt, at hann ætlar sær at fáa enda á amerikanska krígnum í Irak.
John Murtha og meirilutin í Umboðsmannatinginum hava undirtøku millum fólk. Meiningakanningar vísa, at 52 prosent av amerikanarunum vilja hava hermenninar úr Irak skjótast gjørligt.










