Amerikanska stjórnin vildi ikki almannakunngera eina frágreiðing um sambandið millum tann veksandi hitan á Jørðini og ódnir.
Frágreiðingin, sum ein arbeiðsbólkur hjá stjórnarumsitingini hevur skrivað, kemur til ta niðurstøðu, at tann veksandi hitin á Jørðini eftir øllum at døma elvir til fleiri og harðari ódnir, skrivar tíðarritið Nature.
Arbeiðsbólkurin varð skipaður í februar, og í honum vóru sjey veðurlagsserfrøðingar hjá National Oceanic and Atmospheric Administration, sum er ein stovnur undir handilsmálaráðnum í Washington.
Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var at orða eina frágreiðing um sambandið millum tann veksandi hitan á Jørðini og tær nógvu og oyðandi ódnirnar, sum hava rakt USA tey seinastu árini og við serligum atliti at ódnini Katrinu, sum gjørdi stóran skaða har suðuri í landinum fyri einum góðum ári síðani. Niðurstøðan hjá teimum sjey serfrøðingunum er, at tann veksandi hitin á Jørðini er eftir øllum at døma í hvussu er ein orsøk til, at ódnirnar eru vorðnar harðari.
Ætlanin var, at frágreiðingin skuldi almannakunngerast í mai, men sambørt sjónvarpinum ABC fekk formaðurin í arbeiðsbólkinum, Ants Leetman, eitt teldubræv frá handilsmálaráðnum við boðum um, at frágreiðingin skuldi ikki almannakunngerast kortini.
Forðaðu granskara
Fleiri amerikanskar kanningar hava tað seinasta árið víst, at teir tropisku stormarnir og tær tropisku ódnirnar í Atlantshavinum og Kyrrahavinum gerast alsamt fleiri og fleiri, og at ódnirnar versna. Nógvir serfrøðingar halda, at hetta hevur samband við, at høvini eru heitari nú enn fyrr.
Ein frágreiðing, sum bleiv kunngjørd fyrr í hesum mánaðinum, vísti, at tann veksandi hitin í høvunum stendst av mannaskaptari dálking, og at hetta elvir til fleiri og verri ódnir. Amerikanskir fjølmiðlar hava víst á, at hendan niðurstøðan er óheppin fyri amerikonsku stjórnina, sum alla tíðina hevur arbeitt ímóti at avmarkað útlátið av CO2.
Í februar fór ein av leiðarunum í rúmdarumsitingini NASA úr starvi sínum, eftir at tað var komið fram, at hann hevði roynt at forða einum av sínum granskarum, Jim Hansen, at fullføra eina frágreiðing um avleiðingarnar av tí veksandi hitanum á Jørðini. Herfyri kunngjørdi Jim Hansen sína niðurstøðu, og har stendur millum annað, at hitin á Jørðini nú er tann mesti í eina millión ár.
Sambært Nature hevur handilsmálaráðið sýtt fyri at gera viðmerkingar til frágreiðingina hjá Jim Hansen. Grundgevingin er, at sambært handilsmálaráðnum er talan um eina innanhýsis frágreiðing, og tí eigur ráðið ikki at hava nakra politiska hugsan um innihaldið, skrivar Nature.