Tann kendi amerikanski tíðindamaðurin og rithøvundurin Bob Woodward skrivar í einari nýggjari bók, at George W. Bush, forseti, tykist vera ein troyttur maður eftir næstan átta ár í Hvítu Húsunum . Í bókini, sum Woodward hevur skrivað út frá samrøðum við 150 leiðandi fólk í stjórnarumsitingini, fregnartænastuni og herleiðsluni, er niðurstøðan, at forsetin var ivandi og fjarur og aftraði seg við at taka nakra avgerð, tá ófriðurin vant upp á seg í Irak. Ein onnur niðurstøða er, at Bush hevur sjáldan sagt allan sannleikan um Irak og amerikonsku luttøkuna har, tá hann hevur hildið røðu fyri amerikanska fólkinum, og at nógvir av hansara feløgum í republikanska flokkinum hava ikki álit á honum.
Bob Woodward gjørdist heimskendur, tá hann og starvafelagin avdúkaðu Watergate-gøluna, sum noyddi Richard Nixon, forseta at leggja frá sær.










