Bush til trý minningarhald

Bush forseti fer til trý minningarhald í dag

Amerikanski forsetin, George W. Bush, fer at nýta allan dagin í dag til at minnast tey, sum doyðu í atsóknunum fyri einum ári síðani.
Dagurin byrjar við einum privatum bønarhaldi og einum minningarhaldi í Hvítu Húsunum. Haðani fara forsetin og kona hansara Laura til verjumálaráðið Pentagon, har eitt av teimum rændu flogførunum datt niður. Síðani fara forsetahjúnini til býin Shanksville í statinum Pennsylvania einar 300 kilometrar í útnyrðing úr Washington, har eitt annað av teimum rændu flogførunum datt niður.
Seinnapartin verða George og Laura Bush hjástødd undir einum minningarhaldi á Manhattan í New York, har tey bæði tornini hjá World Trade Center duttu niður, eftir at tvey flogfør høvdu rakt tey. Umleið 2.800 fólk doyðu har.
Minningardagurin hjá forsetanum endar við einari tíggju minuttir langari sjónvarpsrøðu fyri amerikanska fólkinum.