Hóast stórt altjóða trýst hevur George W. Bush, forseti, víst aftur øllum áheitanum um at lata ta illa kendu fangaleguna í Guantanamo aftur. Í seinastuni hevur forsetin kortini víst tekin til broyting, og herfyri ásannaði hann, at legan í Kuba hevur verið óheppin fyri umdømið hjá USA kring heimin.
Nú hava keldur í Hvítu Húsunum avdúkað, at í veruleikanum restar lítið í, at legan verður latin aftur. Tíðindastovan AP skrivaði í morgun, at ætlanin var, at Bush skuldi hava ein fund í dag við Condoleezza Rice, uttanríkiaráðharra og Robert Gates, verjumálaráðharra um ætlanina at lata leguna aftur, men at fundurin bleiv avlýstur, tá fjølmiðlarnir fingu frænir av ætlanini.
Ein kelda hjá AP sigur, at fleiri spurningar í sambandi at lata leguna aftur eru svaraðir, men at nakrir eru eftir. Ein teirra er, hvat skal henda teimum 375 fangunum, sum framvegis eru í Guantanamo-leguni. Fleiri av fangunum skulu fyri rættin, áðrenn teir kunnu sendast av landinum, og USA noyðist eisini at tryggja sær, at heimlondini vilja hava fangarnar aftur.
Talskvinnan hjá Hvítu Húsunum, Dana Perino, vildi í gjárkvøldið ikki gera viðmerkingar til tíðindini um, at legan skal latast aftur, men hon viðgekk, at viðurskiftini hjá fangunum eru til umrøðu í hesum døgum.









