Fyri knappliga tveimum mánaðum síðani gav fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush sínar endurminningar út, og fólk hava víst stóran áhuga fyri bókini. Higartil hava bókabúðirnar selt meiri enn tvær milliónir eintøk av bókini, sum eitur ?Decision points?.
Til sammetingar kann nevnast, at Bill Clinton hevur selt 2,2 milliónir eintøk av sínum endurminningum, sum komu út í 2004.
Í bókini sæst millum annað, at Bush visti ikki, at ein altjóða fíggjarkreppa var á veg, tá hann fór frá, og hann viðgongur, at hann og stjórnin vístu vánaligt handalag í sambandi við ódnina Katrina.
Ummælarar fýlast á, at høvundurin ger ov lítið burtur úr summum viðurskiftum. Eitt nú skrivar Bush lítið um, hvat hann hugsaði í tíðini millum ta víðagitnu røðuna umborð á einum flogbera í Persaflógvanum í mai í 2003, til hann trý ár seinni mátti ásanna, at ófriðurin í Irak fór ikki at hasa av av sær sjálvum.









