Bush samanborin við apur

Belgiska løgreglan hevur brúkt myndir, sum samanbera amerikanska forsetan við eina apu

Belgiski innanríkisráðharrin, Patrick Dawael, var fáorðaður, tá hann mánakvøldið skuldi greiða frá, hví løgreglan hevur brúkt myndir, sum bera amerikanska forsetan saman við eina apu.
? Eg havi ikki sæð hasar myndirnar fyrr, og eg haldi hatta vera ósømiligt, svaraði ráðharrin lágmæltur.
Tað var blaðið Het Laatste Nieuws, sum avdúkaði, at løgreglan hevði nýtt myndirnar sum lið í at læra løgreglumenn, hvussu umráðandi tað er hjá løgregluni at duga at tulka andlitsbragdið hjá fólki. Myndirnar vístu, hvussu andlitið á amerikanska forsetanum var, tá hann er hugsunarsamur, og hvussu tað broytist, tá hann heldur røðu ella tosar við fólk, og myndirnar vórðu so bornar saman við tilsvarandi myndir av apum.
Sambært fronsku tíðindastovuni AFP kann innanríkisráðharrin fáa trupulleikar av málinum, tí tað er komið fram, at hann hevur mælt løgregluni og øðrum myndugleikum til at brúka tilfarið.