Bush rósar Obama

George W. Bush sigur, at hann heldur nógv av eftirmanni sínum, Barrack Obama, og hann heldur eisini, at Obama hevur staðið seg væl í meldrinum, síðani hann bleiv valdur í november. Við Fox News sigur Bush, at Obama dugir at sannføra fólk um, at tey eiga at líta á hann. Bush heldur eisini, at Obama hevur dugað sera væl at velja sær ráðharrar og ráðgevar, og at hann hevur víst seg at vera støðufastur í týðandi spurningum. Bush hevur hitt Obama fleiri ferðir. Seinast var mikudagin, tá Bush hevði samkomu fyri fyrrverandi (og komandi) forsetum.