- Hetta er andstyggiligt. Tað er sum at nýta ein gravstein í einum politiskum átaki. Ground Zero, har World Trade Center stóð, er í mínum eygum ein gravstaður, sigur Coleen Kelly, sum er formaður í felagsskapinum "Peaceful Tomorrows", ið er ein felagsskapur hjá avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í atsóknini 11. september í 2001.
Felagsskapurin og ein fakfelag hjá amerikonskum bjargingarmonnum hava biðið forsetan taka sjónvarpslýsingina aftur.
-Forsetin eigur at biðja avvarðandi hjá bjargingarmonnunum, sum doyðu í World Trade Center, um umbering, tí hann hevur vanærað minni teirra fyri at vinna sær sjálvum stuðul, stóð í einari kunngerð frá bjargingarmannafelagnum.
Sjónvarpslýsingarnar hjá Bush komu á skíggjan í 18 statum fyrrakvøldið. Tað eru heldur ikki øll, sum halda, at forsetin hevur gjørt nakað skeivt. Summi halda, at hann hevur rætt til at vísa á síni leiðaraevni aftan á atsóknina fyri hálvum triðja ári síðani.