John Edwards er sannførdur um, at valstríðið hjá republikanska flokkinum fer at býta amerikanska fólkið sundur í tvey. Í einari røðu sunnudagin segði hann, at allir amerikanarar og ikki bara republikanararnir eru til reiðar at verja USA og amerikanska fólkið ímóti altjóða yvirgangi.
-Sannleikin er, at republikanararnir royna at fáa vinning burtur úr einari av teimum størstu vanlukkunum, sum hevur rakt land okkara. Tað er ómoralskt og skeivt, segði Edwards.
Hann sipaði til eina sjónvarpslýsing hjá einum republikonskum felagsskapi. Í lýsingini vóru myndir av Osama bin Laden og myndir frá atsóknum í USA, Spania og Russlandi. Síðani vórðu hyggjararnir spurdir, um teir høvdu álit á, at John Kerry var førur fyri at standa ímóti slíkum.