- Lat teir bara koma. Vit hava nóg mikið av hermonnum til at taka sær av teimum.
Soleiðis segði George W. Bush, forseti, mikudagin, tá hann varð spurdur, hvussu USA ætlaði at steðga teimum áhaldandi álopunum á amerikansku hermenninar í Irak. Men hann skuldi ongantíð havt sagt hetta.
-Tíðin er komin, til at forsetin sigur at gevast við sínum cowboy-tosi, segði demokratiski leiðarin Dick Gephardt, og fyrrverandi amerikanskir heryvirmenn hildu tað vera ovboðið, at forsetin eggjar fíggindanum til at søkja at amerikansku hermonnunum í Irak. Sum forseti er Bush ovasti fyri amerikanska hervaldinum, og fyrrverandi heryvirmenninir gjørdu vart við, at soleiðis hevur eingin annar amerikanskur forseti tosað.
Iraksku mótstøðubólkarnir tóku eisini av avbjóðingini hjá Bush, og teir næstu tímarnar doyðu tíggju amerikanskir hermenn í álopum ymsastaðni í Irak, meðan uppaftur fleiri vórðu særdir. Tað fekk talsmannin hjá forsetanum at kunngera, at forsetin meinti ikki tað, sum hann hevði sagt.
-Ætlan forsetans var sjálvandi ikki at eggja til fleiri álop, segði Ari Fleischer.