Bush letur eftirmannin sita við trupulleikunum

Demokratarnir í USA skuldseta nú forsetan fyri at útseta allar truplar avgerðir til eftirmannin at taka

Í gjár gjørdi George W. Bush, forseti, av at útseta amerikonsku afturtøkuna úr Irak. Alment hevur hann tikið avgerðina eftir tilmæli frá amerikanska ovastanum í Irak, generalinum David Petreaus, men demokratarnir í Kongressini halda, at tað er bara ein umbering.

 

Formaðurin í Umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, sigur, at forsetin roynir at skákað sær undan øllum truplum avgerðum, nú hansara skeið í Hvítu Húsunum styttist. Ístaðin fyri hevur hann valt at útseta tær truplu avgerðirnar til eftirmannin at taka, sigur hon.

 

-Forsetin hevur drigið okkum upp í eitt miseydnað kríggj, hann hevur sett landið í skuld, sum er í ferð við at elva til búskaparliga afturgongd. Vit mugu fáa svar frá forsetanum nú, sigur Nancy Pelosi.

 

Upprunaliga var ætlanin hjá Bush at taka fleiri hermenn úr Irak í juli, men tann afturtøkan er nú útsett fyribils í 45 dagar.