Bush hevur vón um frið í Miðeystri

Amerikanska stjórnin fer nú at leggja størri dent á at fáa frið millum ísraelsmenn og palestinar.

Ísraelsmenn og palestinar fingu fyrradagin ta nógv umrøddu friðarætlanina, sum tann sonevnda Miðeystur-kvartettin, ST, USA, Russland og ES, hava lagt til rættis.

Amerikanski forsetin, George W. Bush, segði í gjár, at hann hevur góðar vónir um, at nakað fer at spyrjast burtur úr friðartilgongdini nú. Bush vísti á, at palestinar hava fingið nýggjan forsætisráðharra, og at talan er um ein mann, sum amerikanarar kunnu samstarva við.

-Mahmoud Abbas er ein maður, sum eg kann samstarva við, og hendan møguleikan fari eg at nýta, segði Bush.

Samstundis varð kunngjørt, at Colin Powell, uttanríkisráðharri fer til Miðeysturs í næstu viku. Har skal hann tosa við teir báðar forsætisráðharrarnar, Ariel Sharon og Mahmoud Abbas.

Serligi Miðeystur-sendimaðurin hjá amerikansku stjórnini, William Burns, fer at vitja tey palestinsku sjálvsstýrisøkini í næstu viku. Eisini hann skal hitta Mahmoud Abbas.

Tað eru tó minni enn so øll, sum halda, at tann nýggja friðarætlanin fer at gera enda á ófriðinum millum ísraelsmenn og palestinar, og summi bera ótta fyri beinleiðis borgarakríggi. Meiri um tað í blaðnum í morgin.