Bush sigur avgerðina hjá myndugleikunum í Massachusetts vera sera ørkymlandi.
? Hjúnalagið er ein heilag skipan ímillum mann og kvinnu. Ætla víðgongdir dómarar at broyta hetta við rættarúrskurðum er einki annað at gera enn at broyta amerikonsku grundlógina, sigur amerikanski forsetin og leggur afturat, at hann er til reiðar at gera alt fyri at verja hjúnalagið.
Hægstirættur í Massachusetts staðfesti fyrradagin ein dóm um, at tvey fólk av sama kyni hava rætt til at ganga saman í hjúnalag, og at tey hava somu løgfrøðiligu rættindi sum onnur hjún.
Í november kom rætturin til ta niðurstøðu, at tað er brot á grundlógina hjá statinum at banna samkyndum at giftast. Tá varð roynt at fáa rættin at staðfesta, at tað var nóg mikið við skrásettum paralagi, men tað vildi rætturin ikki ganga við til.