Bush hartaði arabiskar leiðarar

Amerikanski forsetin legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann í einari røðu í gjár hartaði fleiri arabiskar leiðarar uttan tó at nevna teir við navni

-Í Miðeystri hava vit alt ov ofta sæð dømi um, at landið hevur ein leiðara, og at andstøðan situr í fongsli. Tíðin er farin frá hesari mannagongdini, og í framtíðini eiga lond í Miðeystri at virða sítt fólk, segði George W. Bush í røðu síni altjóða búskaparfundinum í egyptiska frítíðarbýnum Sharm el-Sheik.

 

Hann nevndi ongan leiðara við navni, men politiskir eygleiðarar siga, at atfinningarnar uttan iva eisini vóru ætlaðar egyptisku leiðsluni, sum er kend fyri at kúga andstøðuna við at seta fleiri av hennara leiðarum í fongsul. Egyptiski íløguráðharrin, Mahmud Mohiedin, vildi ikki gera beinleiðis viðmerkingar til orðini hjá Bush.

 

-Tað er umráðandi, at mál viðvíkjandi politiskum frælsi verða handfarin á ein tílíkan hátt og við einari hóskandi ferð, so tað ikki órógvar samfelagið. Tað er eftir mínum tykki vegurin til demokrati, segði ráðharrin við tíðindafólk aftan á røðuna hjá Bush.

 

Hóast amerikanski forsetin ikki nevndi nakran arabiskan leiðara við navni, duldi hann ikki fyri, at hansara atfinningar vóru serliga vendar ímóti leiðarunum í Iran og Sýrialandi.

 

-Londini í Miðeystri eiga at venda sær frá ríkjum sum Iran og Sýrialand, tí tey forða fyri framburði, segði forsetin og vísti harafturímóti á lond sum Turkaland, Jordan, Marokko, Irak og Afghanistan sum góðar fyrimyndir.

 

 

Palestinar illir

 

Á ferðini í Miðeystri vitjaði amerikanski forsetin eisini Ísrael og Saudiarabia. Í Ísrael var hann boðin at halda røðu í tjóðartinginum í sambandi við, at ísraelska ríkið helt sín 60 ára dag, men palestinar vóru alt annað enn fegnir um innihaldið í røðuni. Í teirra eygum var røðan ein treytaleys stuðulsváttan til Ísrael, sama hvat landið ger.

 

-Amerikanararnir skulu ikki tingast okkara vegna. Vit krevja bara, at teir skulu viðurkenna okkara støðu og rættindi, sigur palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, við Reuters.