Bush harmur um støðuna

George W. Bush, forseti segði seg í gjár vera harman um, at nógvir amerikanarar hava mist arbeiðið og ognir orsakað av teirri heimsumfatandi fíggjarkreppuni. Hann legði afturat, at er tað neyðugt hjá tí almenna at leggja uppí fyri at tálma avleiðingunum, er hann til reiðar at taka undir við tí.

-Sjáqlvandi harmar tað meg, at støðan skal vera, soleiðis sum hon er, segði Bush í tíðindasendingini World News í amerikanska sjónvarpinum ABC.

Hann segði seg vera serstakliga harman um, at fólk missa arbeiði. Men hann vissaði amerikanska fólkið um, at stjórnin fara at taka tey stig, sum eru neyðug fyri at verja landsins fíggjarkervi, eisini um tað skuldi gingið ímóti hansara egnu politisku hugsjónum um alment og privat.