Bush í hørðum andróðri

Myndirnar úr Irak og tey ótryggu viðurskiftini har gera, at George W. Bush færr minni og minni undirtøku frá veljarunum. Tað kemur mótvalevni hansara tilgóðar

Ein mánað aftan á atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon søgdu 92 prosent av amerikanarunum, at George W. Bush, forseti, hevði røkt sítt arbeiði væl. Men nú er vent í holuni. Sambært einari nýggjari kanning siga 47 prosent, at tey eru nøgd við arbeiði hansara, og 51 prosent eru misnøgd.

Kanningin, sum sjónvarpið ABC hevur gjørt, vísir eisini, at umdømi forsetans er versnað nógv í hesum árinum. Tá amerikanarar fyri tveimum mánaðum síðani vórðu spurdir, hvør av teimum báðum forsetavalevnunum, Bush ella John Kerry, er betur egnaður at leiða bardagan ímóti yvirgangi, var Bush 21 prosentstig framman fyri Kerry. Men so er ikki longur. Í kanningini hjá ABC siga 47 prosent, at Bush er betri egnaður, men 48 prosent halda, at Kerry er tann rætti maðuirin.

Kanningin vísir eisini, at hevði forsetaval verið í USA nú, hevði John Kerry vunnið. Hann hevði fingið 48 prosent, Bush hevði fingið 42, og tað triðja valevnið, Ralph nader, hevði fingið sjey prosent.