Bush fyrireikar hjálparpakka


Amerikanski forsetin, sum higartil hevur roynt at birta lív aftur í amerikanska forbrúkaran, stendur nú aftur klárur við einum búskaparligum hjálparpakka. Stigini eru alneyðug um amerikanska búskapinum skal vera lív lagað, meta serfrøðingar


 

Búskapur

Støðan hjá amerikanska búskapinum er ikki stórvegis góð í løtuni. Yvirgangsatsóknirnar í síðsta mánað hava sett síni spor, og amerikanska stjórnin roynir í løtuni at fremja tey neyðugu átøkini, soleiðis at gongd aftur kann fáast á amerikanska búskapin og amerikanska samfelagið.

Búskaparfrøðingar vísa á, at Sambandsríkið væl sagtans kann vera á veg móti einari búskaparligari afturgongd. Tá amerikumenn sipað til búskaparliga afturgongd ella ?recession? verður ein negativur vøkstur á BTÚ tvey fylgjandi kvartal nýttur sum grundarlag. Tað verður víst fleiri staðni, at støðan hjá amerikanska búskapinum frammundan atsóknunum í New York og Washington ikki var tann besta. Serfrøðingar vilja vera við, at øll skyldin ikki skal leggjast á álopini í farna mánað.

Bjargingin frá einari tílíkari støðu tykist at vera forbrúkarin. Tað vil siga somikið sum, at tað er alt avgerðandi, at álitið hjá forbrúkarunum verður endurreist. Tað er nemliga eisini hetta, sum Bush ætlar sær í holt við. Higartil hevur amerikanski forsetin veit stuðul til hjálpararbeiði og til kreppuraktu flogfeløgini.

Nýggjasta ætlanin skal, sambært amerikonskum fjølmiðlum, syrgja fyri at endurreisa forbrúkaraálitið, seta gongd aftur á íløgurnar og loysa partar av arbeiðsloysis spurninginum.


Kann bera til

Hóast búskaparligu afturstigini, so er tað framvegis ein ávís optimisma at hóma. Sjálvt millum tungu dreingirnar í búskaparheiminum, búskaparfrøðingar, eru ábendingar um, at nýggjasta ætlanin hjá amerikanska forsetanum kann fara at geva úrslit.

Metingarnar sipa til, at tað er neyðugt at føra eitt slag av ekspansivum fíggjarpolitikkin, um amerikanska búskapinum, og harvið heimsbúskapinum, skal vera lív lagað.

Støðan í dag minni kanska eitt sindur um støðuna í tríatiárunum hjá Roosevelt og hansara monnum. Búskaparfrøðingur, sum Sosialurin hevur tosað við, vísir á, at tað tá var talan um ein reina útboð og eftirspurnings kreppu. Støðan í dag er ikki heilt tann sama sum í tá. Aðalmálið er at endurreisa forbrúkaraálitið.

Av tí, at amerikanski búskapurin er soleiðis háttaður sum hann er, t.e. m.a. liberaliseraður, merkir at ætlanin hjá Bush kann koma at virka. Í Japan hava teir eisini í fleiri ár roynt at bjarga teirra búskapi eftir sama leisti, men uttan úrslit. Hetta skyldast m.a., at bankar og virki hava verið knýtt rættuliga tætt at hvørjum øðrum.

Enn er nýggjasta ætlanin hjá Bush ikki farin at virka, men tað tykist sum um, at tað er ein rættiliga breiður politisku vilji aftanfyri hetta.