Bush fyri ósigri

Amerikanska Umboðsmannatingið fordømdi í nátt ætlanina hjá George W. Bush, forseta at senda uppaftur fleiri hermenn til Irak. Við 246 atkvøðum fyri og 182 ímóti samtykti Umboðsmannatingið at fordøma ætlanina hjá forsetanum at senda 21.500 hermenn afturat til Irak.

Meiri enn helmingurin av teimum republikonsku tinglimunum atkvøddu fyri uppskotinum saman við demokratunum.

Samtyktin er ikki bindandi fyri Bush, men eygleiðarar siga, at samtyktin vísir, at Kongressin er til reiðar at skerja hansara vald fyri at noyða hann at broyta Irak-politikkin.