Bush fylgir ikki við

Ein meiningakanning í USA vísir, at George W. Bush, forseti, fylgir eftir øllum at døma ikki við, hvat amerikanararnir vilja hava hann at gera.

Í seinastuni hevur forsetin lagt stóra orku í umfatandi broytingar í pensjónsskipanini hjá teimum eldru og teimum óarbeiðsføru, men í kanningini siga 63 prosent av teimum spurdu, at forsetin eigur heldur at leggja dent á at útvega fleiri arbeiðspláss og at bøta um heilsuverkið. Forsetin roynir at sannføra fólk um, at tey eiga at átaka sær størri ábyrgd av pensjónsuppsparingum, men 80 prosent av teimum spurdu siga, at tað almenna hevur ábyrgdina av, at tey eldru hava sømilig kor.

Kanningin, sum blaðið New York Times og sjónvarpið CBS hava gjørt, avdúkar eisini, at amerikanarar hava ikki álit á, at ein republikanskur forseti leggur serliga stóran dent á vælferðina hjá fólki. Beinleiðis spurd siga næstan 50 prosent, at í so máta hava tey størri álit á demokratunum. Bara 31 prosent halda, at republikanararnir leggja nóg stóran dent á vælferðina.