Bush á ferð

George W. Bush, forseti, fær neyvan bara góð orð, nú hann er á ferð í Suður- og Miðamerika. Hann skal vitja Kolombia, Uruguay, Brasil, Guatemala og Meksiko. Eygleiðarar siga, at endamálið við ferðini hjá Bush er at avmarka ávirkanina, sum forsetin í Venesuela, Hugo Chavéz, hevur í fleiri av teimum latínamerikonsku londunum. Í samrøðu við kolombiska sjónvarpið segði Bush, at USA vil fegið hava góð viðurskifti við londini í Latínamerika, og at USA er til reiðar at gera nakað fyri at fáa góð viðurskifti við hesi londini.