Bush fekk ein frammaná

George W. Bush, forseti fekk ein rættiligan frammaná, tá senatið fyrrakvøldið skerdi skattalættan, sum forsetin hevði lovað amerikansku skattgjaldarunum. Bush lovaði herfyri amerikanarunum næstan 5.000 milliardir krónur í skattalætta næstu tíggju árini, men senatið skarvaði 2.000 milliardir burtur av uppskoti forsetans.
Tað vóru demokratarnir, sum skutu upp at skarva av uppskotinum hjá forsetanum. Einsamallir kundu teir ikki fáa broytingina ígjøgnum, tí teir eru í minniluta, men tá atkvøtt varð, atkvøddu tríggir av teimum republikansku floksfeløgunum hjá Bush saman við demokratunum.
Undir orðaskiftinum vístu demokratisku senatorarnir á, at tað er púra burturvið at játta 5.000 milliardir krónur í skattalætta, samstundis sum alt fleiri pengar skulu játtast til kríggið í Irak. Tí hendan rokningin verður stór. Bara tað næsta hálvárið skal stjórnin nýta 550 milliardir krónur til Irak-átakið.