-Tey tekin, sum vit higartil hava fingið úr Irak, eru ikki nøktandi.
Hetta var fyrsta viðmerkingin hjá amerikanska forsetanum, síðani vápnaeftirlitsmenninir hjá ST fóru til arbeiðis í Irak í síðstu viku. Bush kom við sínum viðmerkingum í einari røðu í verjumálaráðnum Pentagon.
Hann tók uppaftur, at irakski forsetin, Saddam Hussein, skal leggja øll kort á borðið innan tann 6. desember, vil hann sleppa undan kríggi.
-Í sambandi við kanningarnar fer USA at vita, um Saddam Hussein hevur broytt sín framferðarhátt seinastu ellivu árini. Hevur hann gjørt av at samstarva treytaleyst ella ikki? Tað, sum vit higartil hava sæð, bendir ikki á nakað á tað borðið, segði Bush.
Bush var í Pentagon í sambandi við, at hann júst hevði staðfest eina lóg, sum gevur hermegini 355 milliardir dollarar at ráða yvir.