Bush eldri innlagdur

Fyrrverandi amerikanski forsetin George Bush er fluttur á eitt sjúkrahús í býnum Houston í heimstatinum Texas. Tað upplýsir ein talskvinna fyri sjúkrahúsið.

Tað er ikki greitt, hví tann 88 ára gamli Bush er innlagdur, men talskvinna hjá sjúkrahúsinum sigur, at ein frágreiðing kemur seinni. Blaðið The Houston Cronicle veit at siga, at tann gamli forsetin hevur ligið á sjúkrahúsinum nakrar dgar, men at hann er ikki í lívsvanda.

George Bush var forseti í USA frá 1989 til 1993, tá hann mátti lata Bill Clinton taka við. George Bush er pápi George W. Bush, sum var forseti frá 2001 til 2009.