Tað er gamal sigur, at forsetin er høvuðsrøðari á árligu ráðstevnuni hjá størsta svarta borgararættindafelagsskapinum í USA, NAACP, men soleiðis verður ikki í ár. Felagsskapurin heldur ráðstevnu í morgin, og George W. Bush, forseti hevði fingið innbjóðing til at halda høvuðsrøðuna. Men forsetin tók ikki av.
Undir valstríðnum fyri fýra árum síðani var Bush høvuðsrøðari á ráðstevnuni hjá tí 95 ára gamla felagsskapinum, men síðani hevur hann ikki hildið røðu har. At hann heldur ikki ger tað í ár kemst sambært einum talsmanni hjá Hvítu Húsunum av, at forsetin hevur so nógv at gera.
Sjálvur dylir forsetin ikki fyri, at tað er ikki øll orsøkin. Í einari fráboðan sigur hann, at hann hevur so at siga einki samband við NAACP.
Tit hava hoyrt, hvat tey siga um meg, og hvat tey kalla meg, sigur forsetin í fráboðanini.
Demokratiska forsetavalevnið, John Kerry, skal halda høvuðsrøðuna hjá ráðstevnuni hjá NAACP. Umleið 12 prosent av amerikanska fólkinum eru svørt, og vanliga atrkvøða 90 prosent av teimum svørtu fyri demokratunum.0