Bush í botni

Amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur sjáldan verið so illa umtóktur í USA sum júst nú. Sambært einari nýggjari meiningakanning eru tað bara 31 prosent av amerikonsku veljarunum, sum eru nøgd við forsetan og avrik hansara. Teir flestu republikanararnir eru kortini nøgdir. 69 prosent av teimum siga seg vera nøgdar við forsetan, men sambært tíðindastovuni AP kann Bish heldur ikki vera nøgdur við ta undirtøkuna.