Uttanríkisráðið í oslo váttaði í gjár, at George W. Bush, forseti er boðin til Noregs at vitja seint í mei mánað, og at arbeitt verður við at leggja ferðina til rættis. Nær ferðin verður, er ikki endaliga avgjørt enn, men sambært uttanríkisráðnum skal Bush hitta Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra og aðrar politikarar. Hann skal eisini vitja kongshúsið.
Men tað er longu nú greitt, at amerikanski forsetin fær ikki ta bestu móttøkuna, tekur hann av innbjóðingini at koma til Oslo. Norskir felagsskapir, sum eru ímóti amerikansku ætlanini at leypa á Irak, hava longu boðað frá, at teir fara at skipa fyri mótmælum, kemur Bush til Noregs. Ætlanin er at skipa fyri mótmælum í Gardermoen-floghavnini, tá flogfarið við forsetanum kemur hagar, og ætlanin er eisini at mótmæla í sjálvum Oslo.
Seinasta leygardag gingu umleið 100.000 norðmenn mótmælisgongu ímóti amerikansku krígsætlanini.










