- Tað er heilt burturvið at seta ein kanningarstjóra at kanna lásagøluni í Tinganesi.
Tað staðfestir John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum.
Hann leggur dent á, at orsøkin til, at hann er ímóti kanningini, er ikki tí at hann ræðist úrslitið.
Men lásagølan í Tinganesi botnaði kanska meiri í eini politiskaru ósemju ímillum tveir politikarar heldur enn nakað annað. Og eg haldi ikki, at tað kann forsvarast at brúka eina millión upp á at kanna eina politiska ósemju, samstundis sum politiska skipanin hóttir við at fremja sparingar, sum raka tey veikastu í samfelagnum meint.
Aðrir politikarar hava vísa eisini á, at áður hevur landsstýrismálanevndin mett um málið, men er komin til ta niðurstøðu, at hon ger ikki meiri við tað, tí mett verður ikki, at Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal hava gjørt nakað beinleiðis ólógligt.
Les eisini greinina: Síðsta orðið sagt í lásagøluni í Tinganesi










