Búskaparráðið hevur nú gjørt sínar viðmerkingar til ætlanina hjá landsstýrinum at bjarga Smyril Line og harvið framvegis hava Norrönu siglandi.
Og tað er synd at siga, at Búskaparráðið tekur undir við ætlanunum. Og hóast ráðið orðar seg hóvliga, so stendur boðskapurin eftir klokkuklárur.
- At landsstýrið soleiðis fer uppí P/F Smyril Line, sum rekur skip í kapping við privat reiðarí, tykist undranarvert, sigur Búskaparráðið í sínum viðmerkingum.
Teir geva heldur ikki nógv fyri grundgevingunum hjá samgonguni um, at talan er um eina lívsæðr til útheimin, sum má bjargast.
- Tað er grund til at halda, at aðrar handilsligar kreftir fara at fylla tað tómrúm, sum vildi staðist av, at P/F Smyril Line hevði noyðst at givist við Norrönu, sigur Búskaparráðið.
Teir halda tað heldur ikki vera rætt, tá landsstýrið sigur, at eitt fíggjarligt skrædl í P/F Smyril Line hevur við sær, at eingi ferðafólk longur verða førd sjóvegis til Føroya, at tað gerst endin á roll-on roll-off virkseminum fyri føroyingar, og farmaflutningur¬in til og úr Føroyum gerst ótryggur.
- Tað tykist annars, sum at ein konkursrættarlig regulering av felagsins viður¬skiftum hevði verið meiri hóskilig at tikið framum hetta, at endurreisa kapital¬grundarlagið við almennum pengum, sigur Búskaparráðið í sínum viðmerkingum.
Ráðið vísir eisini á, at tað er ikki tørvur á almennum kapitali til at halda eini búskaparliga burar¬dyggari ferðslu gangandi.
Hóskiligari skip
Spurningur verður eisini settur við, hví landsstýrið tvíheldur um júst Norrönu.
- Er tað avgerandi fyri landsstýrið at hava júst Norrönu siglandi, hevði tað helst verið bíligari at fingið sær ræði á skipinum við at ogna sær 1. veðrættar¬lánið frá kreditorunum heldur enn, sum nú, at veita felagnum kapital, sum tryggjar allar kreditorarnar hjá felagnum móti tapi, sigur Búskaparráðið.
Teir seta somuleiðis spurnartekin við, um tað loysir seg at reka flutningsvinnu við Norrönu yvirhøvur.
- Eftir fimm árum við støðugum halli fær tað ein at spyrja seg sjálvan, um tað yvirhøvur loysir seg at reka flutningsvinnu við “Norrönu” í Norðuratlantshavi. Tað fær ein at halda, at tað vildi verðið ein fyrimunur, at sett annað hóskiligari skip í siglingina, og tað heldur av handilsligum íleggjarum enn av landskassa¬num og almennum grunnum, sigur Búskaparráðið.
Landskassin ábyrgdast
Ráðið vísir eisini á, at fremur landsstýrið hesa ætlanina, so er hon endalig.
- Við einum partameiriluta saman við Framtaksgrunninum og við einum meiri¬luta í nevndini er landsstýrið í ferð við at yvirtaka ta óavmarkaðu ávirkanina – og ta óavmarkaðu ábyrgdina í reiðarínum P/F Smyril Line, og har vendist ikki aftur, sigur Búskaparráðið.
Teir vísa á, at tað er rættiliga vist, at landskassin kemur at ábyrgjast fyri eitthvørt tap hjá P/F Smyril Line í framtíðini.
- Í Føroyum hava vit ringar royndir av at lata landskassan fara upp í vinnulívið við peningi. Tí er tað ilt at skilja, hví landsstýrið aftur vil royna tað, sigur Búskaparráðið.
Teir enda við einum rættiligum skoti eftir serliga báðum borgarligu flokkunum í samgonguni.
- Tað stendur ógreitt fyri okkum, hví landsstýrið hevur ta fatan, at tað ikki kann latast marknaðarkreftunum at tryggja sjóvegis ferðslu til og úr Føroyum, sum ber seg fíggjar¬¬liga, sigur Búskaparráðið at enda í sínum viðmerkingum til ætlanina hjá samgonguni at bjarga Norrönu.










