Burturvístur úr Føroyum fyri at hava verið ónærisligur

Hann fór yvir um mark hjá eini gentu og tí skal hann nú av landinum

Ein útlendingur er nú burturvístur úr Føroyum í trý ár. Tað hevur Føroya Rættur avgjørt.

Maðurin var ákærdur fyri at hava verið ónærisligur ímóti gentu við tað, at hann tók um hálsin á henni, lyfti hana upp frá og føldi upp á hana.

Hetta fór fram á alfaravegi, men maðurin noktar seg sekan. Hann segði, at hann hevði drukkið nakrar øl og rúsdrekkaroyndin vísti eisini, at hann fær nokk so ávirkaður.

Nøkur vitni vórðu avhoyrd í rættinum, og dómarin kom til ta niðurstøðu, at frágreiðingarnar frá teimum vóru góðar og álítandi.

Tískil varð hann dømdur sekur, tí rætturin metti, at hann var farin yvir um mark hjá gentuni. Í hesum sambandi varð hann dømdur at sita í 14 dagar, men revsingin varð gjørd treytað, og tað merkir, at ger hann einki annað ólógligt í eitt ár, fellur revsingin burtur.

Tann ákærdi útlendingurin var í Føroyum í arbeiðsørindum og hann hevði uppihaldsloyvi her, sum var galdandi til í mars.

Hann hevði einki sambandi við Føroyingar uttan í sambandi við arbeiðið og samstundis hevur hann góð viðurskifti við familjuna í heimlandinum.

Tískil heldur rætturin ikki, at nakað er til hindurs fyri, at hann verður útvístur og í sambandi við dómin varð tískil eisini avgjørt, at hann skal burturvísast úr Føroyum, og sleppur ikki aftur higar hesi næstu trý árini.