Burturvísti fólk av staðnum

Um vikuskiftið hevur løgreglan tvær ferðir burturvíst fólk fyri at fáa frið í lag

Um vikuskiftið vóru tvær ferðir boð eftir løgregluna í samband við húsaófrið og báðar ferðir metti løgreglan at best var at burturvísa fólk av staðnum fyri at fáa frið í lag. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Fyrsta fráboðanin, ið løgreglan fekk um húsaófrið, var klokkan eitt sunnumorgunin í høvuðsstaðnum.


- Tveir mans vóru ósamdir og var man bangin fyri, at teir fóru til hendurs. Vit vóru har og tosaði partarnar til rættis og eini teirra bleiv burturvístur av staðnum. Síðan bleiv friður aftur, sigur vakthavandi.


Nakrar tímar seinni, um fýra tíðina, fekk løgreglan aftur eina fráboðan um húsaófrið.


- Hesaferð var tað í Klaksvík. Har bleiv eisini ein persónur burturvístur av bústaðnum og so bleiv friður aftur, upplýsir vakthavandi.