Burturvísingin er annulerað

Teir fýra sjómenninir, sum blivu burturvístir úr Fiskimannafelagnum, fáa nú boð um, at teir aftur eru limir. Nevndin annuleraði í gjár avgerðina hjá Jan Højgaard, formanni.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum er harvið settur til síðis av nevndini.

Í gjárkvøldið hevði nevndin í Fiskimannafelagnum fund, og á skránni var eitt nú burturvísingin av teimum fýra sjómonnunum herfyri.

Avgerðin, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum einsamallur tók, er sostatt sett úr gildi. Tað váttar Eyðun Johannesen, næstformaður í felagnum.

- Menninir eru tiknir innaftur. Teir vórðu ikki koyrdir úr á rættan hátt, og tí gjørdi nevndin av at taka teir innaftur í felagið. Tað fáa teir bræv sendandi um fyrsta dagin, sigur Eyðun Johannesen.

Avgerðin er endalig, og tað, at menninir mynstraðu við Carlton, fær sostatt ongar víðari avleiðingar fyri teir fýra menninar.

Tað fær heldur onga avleiðing fyri formannin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, at hann av sínum eintingum burturvísti menninar, uttan at tað var viðgjørt í nevndini áðrenn.