Burturvísing burturvið

Undir hesum herrópinum heitti næmingaráðið í Hoydølum á næmingarnar á skúlanum um at skriva undir eina áheitan á leiðsluna um at broyta parkeringsásetingarnar Sanna Djurhuus var talskvinna fyri sitiverkfallinum, sum skipað varð fyri á studenta- og HF-skúlanum í Hoydølum í gjár.

Síðani Dimmalætting varpaði ljós á trupulleikan við, at ein næmingur kann vísast burtur, um viðkomandi parkerar bilin á øki skúlans, hava allir miðlar fylgt málinum. Og tað kulmineraði í gjár við einum sitiverkfalli, har skúlastjórin, Mikkjal Helmsdal boðaði frá, at hann fór at heita á Mentamálaráðið um at taka burturvísingina aftur.

Og tað var júst tað, sum endamálið í fyrsta umfari var. Men trupulleikin er ikki loystur við hesum.

- Vit vilja hava skúlan at loysa trupulleikan við parkering í síni heild, og eisini at revsingin verður meiri hóskandi til brotið, sigur Sanna Djurhuus við Rás2.

Hon sigur, at trupulleikin hesaferð var, at burturvísti næmingurin ikki leyg fyri leiðslu skúlans, men viðgekk, at tað var hon, sum hevði parkera bilin.

- Eg kenni hundraðtals næmingar, sum hava gjørt tað sama, men sum hava skylda upp á onkran annan. Upp á onkran annan næming, upp á beiggja ella systir ella foreldur, sigur Sanna Djurhuus við Rás2.

So í síðsta enda lønti tað seg ikki hjá viðkomandi næmingi at vera erlig.

Sum kunnugt er burturvísingin eftir ógvusligum miðladekningi tikin aftur.