Burturstødd undir Nyrup vitjanini

­ Tað er ikki tí eg ikki vil heilsa uppá forsætisráðharran, at eg eri burtur, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum, sum fyri langari tíð síðan hevur fingið fund í lag við Carsten Koch, heilsumálaráðharra

Landsstýrið verður ikki fullmannað fríggjadagin, tá danski forsætisráðharrin vitjar í Tinganesi.

Helena Dam á Neystabø fór til Danmarkar mikudagin, og kemur aftur leygardagin.

Landsstýrismaðurin sigur við Sosialin, at Landsstýrið ikki fyrr enn mánadagin í hesu viku fekk vitan um at fleiri fundir skuldu verða við Nyrup Rasmussen, og at skotbráðið tí var ov stutt at gera broytingar í arbeiðsætlanunum.

­ Nú verður nógv tosað um at vælferðin er í vanda, í sambandi við sjálvstýrisætlaninar hjá okkum. Tí valdi eg at seta meg í samband við avvarðandi myndugleikar í Danmark, sum vit eisini skulu samstarva við frameftir, sigur Helena Dam á Neystabø.

Á skránni fyri fundin við Carsten Koch er m.a. at tosa um viðurskiftini hjá Hotel Tórshavn, og í hesum sambandi eisini viðurskiftini hjá sjúklingum á Ríkishospitalinum.

­ Hóast Hotel Tórshavn riggar væl, so er tað vorðið ov trongligt. Tí verður neyðugt at útvega hotellinum meira pláss. Ber tað ikki til á staðnum, verður umhugsað at útvega annð hús.

­ Í hesum sambandi skal eg eisini á fund við borgarstjóran í Keypmannahavn, at vita, hvørjir møguleikar eru fyri at finna annað hús, sum hóskar betur til endamálið, sigur Helena Dam á Neystabø.

Landsstýrismaðurin sigur seg harmast, at hon ikki er hjástødd, tá Nyrup Rasmussen vitjar í Tinganesi, men væntar, at hon kortini fær møguleika at heilsa uppá forsætisráðharran, áðrenn hann fer til Danmarkar aftur mánadagin.