Burturspiltir pengar at tryggja havnir ímóti yvirgangi

Altjóða sjóferðslufelagsskapurin IMO hevur gjørt av, at allar samferðsluhavnir skulu tryggjast ímóti yvirgangi Men tað ber ikki til

Tann 1. juli skulu allar havnir, sum vilja lúka treytirnar sum altjóða sjóferðsluhavnir, tryggjast ímóti yvirgangi. Í Danmark verður mett, at hetta fer at kosta einar 100 milliónir krónur, men nú vísir ein kanning, at hetta eru burturspiltir pengar.

Danska útvarpið hevur tosað við meiri enn helmingin av teimum donsku havnarumsónarmonnunum. 85 prosent av teimum siga seg ikki stúra fyri nakrari yvirgangsatsókn, men at teir kortini noyðast at gera eftir kravboðunum frá IMO.

Fregnartænastan hjá løgregluni, PET, heldur harafturímóti, at tær donsku havnirnar kunnu vera álopsmál hjá yvirgangsmonnum, men varastjórin, Erik Tarp Jensen, ásannar, at vandin fyri einari atsókn er lítil. Hann vísir tó á, at álopið á tokferðsluna í Spania grækarismessudag var ein ábending um, at yvirgangsmenninir hava funnið sær onnur mál, og at eisini tær donsku havnirnar tí mugu roknast sum møgulig álopsmál.

Frá 1. juli verður eftirlitið í teimum donsku havnunum hert. Har verða fleiri avbyrgingar og upptøkutól enn nú, og vaktarmenninir verða eisini fleiri í tali. Hetta verður kortini bara galdandi, tá útlendsk skip koma í havn.