Burturluta atgongumerki til »One Direction«

Barnafestivalurin í Havn annað vikuskiftið kann nú gerast meira enn bara ein ógloymandi dagur í Havn, tú har fer ein heppin vinnari at vinna eina ferð til London.

– Margarinfabrikkin skipar fyri Barnafestivalinum við eitt nú tí endamáli, at seta fokus á barnamentan. Vit hava eina rúgvu av evnaríkum og kreativum børnum, sum dagliga koma í Margarinfabrikkina, og við hesum tiltakinum fáa tey ein pall, undirvísing og stuðul til at menna teirra kreativu evnir, sigur Gunn R. Joensen, sum er ein av fyrireikarunum.

Barnafestivalurin burturlutar tvey atgongumerkir til konsertina hjá poppdreingjabólkinum »One Direction« komandi ár. Tað verður trekt lut ímillum allar festivalgestirnar, sum er á Barnafestivalinum í Grasagarði 6. juli. Tey, sum kunnu verða við í lutakastinum eru børn og ung upp til 18 ár. Ein heppin vinnari fær tvey atgongumerkir, so at barnið ella tann ungi, sum vinnur, fær møguliga at fáa ein vaksnan við sær á ferðini.

Vinningurin verður handaður av Karoline frá X-factor.