Burturkast í trolið

Donsku fiskimenninir, sum royna við trolið í Norðsjónum, fáa nógv annað enn fisk í trolið.

Tað seinasta hálva árið hava tíggju trolarar úr Hvide Sande á vesturjútsku strondini verið við í einari verkætlan, sum eitur Save the North Sea. Sum lið í verkætlanini hava teir tikið alt burturkastið, sum kemur í trolið, við sær til lands, og higartil snýr tað seg um næstan 83 tons. Endamálið við verkætlanini er at fáa staðfest, hvat tað er fyri burturkast, sum verður tveitt í havið, og at virka fyri, at skip og boripallar ikki nýta Norðsjógvin sum køst.

Havnarmeistarin í Hvide sande, Erik Clausen, sigur við Ritzau, at okkurt av skipunum hevði tvey tons av burturkasti og fýra tons av fiski á onkrum túri. Í meðal hava skipini fingið ímillum 10 og 14 tons av burturkasti í trolið um mánaðin, og tað heldur havnarmeistarin vera í meira lagi.