Burturkast skal ikki brennast á báli

Onki jóansøkubál skal kyndast uttan loyvi frá kommununi. Tað er bert loyvi at brenna tilfar, sum ikki dálkar umhvørvið

Tíðindaskriv

Tað er ikki loyvt at brenna bál, herundir nýggjárs- og jóansøkubál, uttan loyvi. Sambært kunngerð nr. 147 um burturkast frá 19. oktober 1995 kann kommunustýri lata loyvi til at brenna nýggjárs- og jóansøkubál og tílíkt, um tað ikki er til ampa fyri grannalagið. Um bál elva til ampa, skal kommunustýrið geva boð um at steðga hesum, og at burturkastið skal latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.

Hvat kann brennast
Tað er bert loyvi at nýta brenni, sum ikki dálkar. Tað er óviðgjørdur viður. Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin ella skjótast tilber og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast. Nærri kunning um burturkast og brenning fæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni á www.hfs.fo.