Sera nógv byggivirksemi og útstykkingar eru í gongd í Tórshavnar kommunu, og tað er gleðiligt.
- Men, í sambandi við nógva byggivirksemið fær kommunan tíverri fleiri fráboðanir um, at nógv burturkast liggur og rekst, eitt nú Oman Gil og við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.
Í Tórshavnar kommunu siga tey, at talan er um plast, flamingo og annað, sum flýgur um grannalagið.
- Vit heita tí á øll, sum byggja, um at taka ábyrgd av egnum burturkasti. Ánarar skulu tryggja tilfar og burturkast fyri vind og flyta burturkast á Brennistøðina á Hjalla.
Tað siga tey hjá Tórshavnar kommunu, sum heita á fólk, sum varnast slíkt órudd ella burturkast, um at venda sær til kommununa, so hetta kann fáast av vegnum.









