ENDURVINNING
Burturkast er eitt gott barometur fyri, hvussu støðan er í landinum. Vaksandi nøgd av burturkasti stendur beinleiðis í lutfalli við vaksandi peninganøgdina í landinum. Og øvugt, minkandi nøgd, verri tíðir, sum vit sóu tær í nítiárunum.
Fyri fýra árum síðani varð greitt, at brennistøðin á Hagaleiti í Leirvík ikki fór at megna at taka ímóti alsamt vaksandi nøgdum av burturkasti. Burturkast varð sent til brennistøðina á Sandvíkarhjalla, men nøgdirnar av burturkasti eru øktar so mikið nógv, at Tórshavnar kommuna ikki megnar at brenna burturkast frá IRF frá 2003 at rokna.
- Vit høvdu tí valið ímillum at byggja eina nýggja brennistøð, at útbyggja brenniorkuna, at hyggja eftir øðrum møguleikum fyri at sleppa av við ruskið, ella bara lata standa til. Lótu vit bara standa til, høvdu vit longu komandi ár havt 4000 tons av burturkasti, sum vit ikki høvdu kunnað sloppið av við. Tí valdu vit at byggja endurnýtsluhøllina, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF í Leirvík.
Í eina tíð og meðan endurnýtsluhøllin hevur staðið í gerð, hevur brennistøðin tikið ímóti ruski til endurnýtslu. Í fyrsta umfari valdi brennistøðin at endurnýta trol, dekk og stórsekkir, ið svarar til 550 tons um árið.
Endurnýtsluhøllin, sum nú er tikin í nýtslu, skal taka ímóti pappíri og pappi frá húsarhaldum og virkjum í IRF-økinum. Í Leirvík rokna tey við, at nøgdin í ár verður 600 tons, komandi ár 1800 tons og um eini tvey ár 2-3000 tons. Umroknað er hetta 40 ballir um dagin.
- Endamálið er, at vit í 2006 skulu skilja uml. 25 prosent frá til endurnýtslu, av tí sum annars hevði farið til brennistøðina, sigur Poul Andrias Joensen.
Endurnýtslupláss
Veikasta liðið í IRF-økinum eru bingjuplássini, har privatu húsarhaldini sleppa sær av við rusk, sum ikki pláss er fyri í vanliga posanum. Hesi verða broytt til endurnýtslupláss, helst longu frá komandi ári, sum verða opin ávísar tíðir. Fyri alt skal eydnast væl, er umráðandi at fólk seta seg inn í, hvussu burturkast skal skiljast og hvat kann endurnýtast.
- Tað snýr seg um at venja fólk til hetta, og í tilfarinum, vit hava sent út, er góð kunning um, hvussu fólk eiga at gera. Alt kann endurvinnast, tað snýr seg bara um at skilja sundur, sigur Poul Andrias Joensen.
Síðani fyrst í hesum árinum hevur Eiðis kommuna verið royndarkommunu hesum viðvíkjandi, og stjórin í IRF letur væl at úrslitinum.
- Fólk eru áhugað í einum reinari umhvørvi og eru meiri tilvitað um, at burturkast kann endurvinnast. Tað ger arbeiðið hjá okkum hugaligari, sigur Poul Andrias Joensen.
Ikki helma í
Skulu vit framhaldandi hava tamarhald á vaksandi burturkastnøgdunum í Føroyum, ber ikki til at steðga á her, heldur Poul Andrias Joensen.
- Aðrar neyðugar íløgur mugu gerast í t.d. plastendurnýtslu, elektronikendurnýtslu, og eina skipan fyri lívrunnið burturkast, samstundis sum vit alla tíðina mugu arbeiða við at gera verandi skipanir betri. Vit mugu eisini læra okkum, at greinar, gras og seyðatøð ikki eru burturkast, men tilfeingi sum skal aftur í náttúruni.
Í hesum sambandi hevur IRF keypt eina kvørn til greinar og reint timbur, sum ætlanin er at leiga út til kommunur, virki og onnur, sum hava brúk fyri hesum.
Dýrari enn ætlað
Nýggja høllin hjá IRF kostar 16,7 mió. krónur, sum er nakað meiri enn roknað varð við frammanundan. 15 mió. kr. av byggikostnaðinum eru fíggjaðar við lántøku frá Tryggingarfelagnum Føroyar, meðan restin 1,74 mió. kr. er eginfígging. Hesin kostnaðurin skal síggjast í mun til, at kostnaðurin av at byggja nýggja brennistøð, sum nú kann útsetast í nógv ár, hevði verið væl omanfyri 100 mió. kr. Leiðari og 4 fólk koma at arbeiða í skiljihøllini, meðan ein bilur við 2 monnum burturav kemur at heinta pappír og papp runt landið.
Tann, sum hevði roknað við at koma í eina stóra og fína høll á tremur við framkomnari tøkni, verður vónbrotin. Aðaltátturin við endurnýtslu er nevniliga ikki framkomnar tekniskar loysnir, men heldur at uppgávan verður løgd út til hvønn einstakan borgara, ið hevur til uppgávu at skilja alt væl sundur.