- Sjálvt um mjørkaflókar hingu ovast Uppi á Oyggj fór eg burtur í haga henda annars so góða leygardag. Havi síðan fjallið vilja vissa meg um, at eingin seyður gekk úti.
Tað sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, sum leygardagin einsamallur fór sær burtur í haga at hyggja, um nakar seyður skuldi gingið út eftir, nú fjøllini eru gingin.
- Hesin partur av arbeiðnum - at ganga slíkar túrar einsamallur burtur í haga - er ómetaliga lívgandi. Ikki minst ein slíkan góðan heystardag, tá vætan hongur í hvørjum strá og spríkir úr hvørjum skorti, meðan mjørkin fær landslagið livandi.
Hann sigur, at tað er, sum um alt kemur tættari, og skortarnir fáa lív, sum hann tekur til.
- Somuleiðis er tað hvørja ferð ein heldur løgin og óvanlig kensla - at ganga í haganum í tímavís uttan at møta einum einasta seyði. Tí, hendan dag burtur í haga var ikki ein kleyv at síggja, og tað merkir, at væl varð rikið fjalldagin.
Bjørn Patursson sigur, at heimaftur komin henda dagin rak hann allar ærnar og gjólingar av bønum. Hann varnaðist, hvussu fegnar norðanærnar vóru at sleppa út aftur av bønum og norðir um í Høvdarhaga, har tær hoyra til.
Hann vísir á, at gamalt er, at norðanseyðurin altíð heldur seg fyri seg sjálvan, tá hann verður rikin heim og verður hildin heimi í bygdini. Soleiðis er tað enn, og ærnar fóru beina kós um Lambhamar og norður gjøgnum røkurnar, nú hann rak tær av bønum.
- Nú ganga einans veðragjólingarnir eftir og bíða eftir teirra tørni at føra ættina víðari - og so byrjar aftur eitt nýtt seyðaár á trettanda, leggur Bjørn Patursson aftrat.










